Nú ber aftur til at søkja um uppihald í listafólkabústaðinum í Tjørnuvík fyri tíðarskeiðið apríl – september 2027. Bústaðurin kann leigast av føroyskum og útlendskum listafólki til listaligt arbeiði, skapan, hugsavnan og menning. Uppihald kann vara frá einari viku upp til tríggjar mánaðir. Tað er í samstarvi við Sunda Kommunu, at LISA leigar fyrrverandi skúlan í Tjørnuvík út sum listafólkabýli.
Kostnaður
Leigan er 700 kr. um vikuna, íroknað seingjaklæði, handklæði og internet. Veð er 2.000 kr., sum verður goldið aftur, um húsið verður latið aftur í sama standi.
Umsóknin skal innihalda:
-
stutta lýsing av ætlanini við uppihaldinum
-
CV (í mesta lagi ein síða)
-
myndir og/ella annað viðkomandi tilfar (í mesta lagi fimm síður)
Vit mæla til, at alt tilfar verður savnað í eina PDF-fílu.
Hevur hetta tín áhuga, vinaliga fyll út umsóknarfrymilin á okkara heimasíðu.
Add comment
Comments