Listafólkabústaðurin í Tjørnuvík
Eitt stað til skapan og hugsavnan
Í 2014 undirskrivaðu LISA og Sunda Kommuna samstarvsavtalu um at bjóða skúlan í Tjørnuvík fram sum listafólkabústað. LISA fegnast stórliga um hetta framtak og takkar Sunda Kommunu fyri at vera slóðbrótandi og at gera sítt til at betra umstøðurnar hjá listafólkum.
Listafólkabústaðurin kann leigast av føroyskum og útlendskum listafólkum til listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir.
Øll eru vælkomin at søkja um uppihald, men av tí at tað er LISA, ið umsitur listafólkabústaðin, hava yrkislistafólk, sum eru limir í eitt av limafeløgunum hjá LISA framíhjárætt. Ynskið hjá LISA og Sunda Kommunu er at so nógv listafólk sum gjørligt skulu hava gagn av listafólkabústaðnum, tí verða listafólk, ið ikki hava havt uppihald í listafólkabústaðnum fyrr raðfest.
Tá ið uppihald í listafólkabústaðinum er játtað, verður leigusáttmáli, ið lýsir treytirnar, sendar listafólkinum. Tá ið listafólk gista í listafólkabústaðnum, eru tey vælkomin at skipa fyri framsýning, upplestri ella øðrum tiltaki, tað er tó ikki eitt krav.
Listafólk, ið búgva í listafólkabústaðnum skulu halda seg til húsreglur, sum Sunda Kommuna og LISA hava ásett.
Tað er starvsnevndin í LISA, ið viðgerð umsóknirnar og ger av, hvør ið fær tillutað uppihald í listafólkabústaðinum.
Um Listafólkabústaðin
Listafólkabústaðurin er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er arbeiðsrúm (skúlastovan, 26 m2), umframt baðirúm og kamar.
Í ovaru hæddini eru køkur og stova.
Kostnaður
Leigan er 700 kr. um vikuna, íroknað seingjaklæði, handklæði (verða skift eina ferð um vikuna) og internet. Veð er 2.000 kr., sum verður goldið aftur, um húsið verður latið aftur í sama standi.
Tvær árligar umsóknarfreistir
- 31. mars (fyri tíðarskeiðið oktober til mars)
- 30. september (fyri tíðarskeiðið apríl til september)
Tá ið sókt verður um uppihald í listafólkabústaðnum, skal ein stutt lýsing av, hvat listafólkið ætlar sær við uppihaldinum, CV, tekstir, myndir og/ella annað viðkomandi tilfar, sendast við umsóknini. Best er um hetta verður savnað í eina PDF-fílu.
Um tíðir enn eru tøkar, eftir at umóknirnar eru viðgjørdar og játtaðar, verður lýst við hesum á heimasíðuni hjá LISA. Tá eru onnur listafólk vælkomin at senda LISA eina umsókn um uppihald hesi tíðarskeið.
Umsókn verður send við at fylla út og senda umsóknarfrymilin niðanfyri:
Umsóknarfrymil
Hent leinki
Kunning um nær bussurin koyrir sæst á: www.ssl.fo
Kunning um túrar í fjøllunum sæst á: www.hiking.fo
Kunning um kommununa sæst á: www.sunda.fo
Kunning um Føroyar sæst á: www.visitfaroeislands.fo