LISA hevur síðan august 2020 leigað Gentukostdeildina, ein hjall, umframt eina garasju og eitt skýli í Hoydølum, frá Mentamálaráðnum.

 

Tað leigaða skal nýtast til listaligt virksemi og umsiting í hesum sambandi. Til hetta hoyrir fundarvirksemi, ráðgeving, netverk, verkætlanir, skapandi virksemi og líknandi.

 

Ikki er loyvt at brúka hølini til gisting.

LISA kann leiga hølini út til einstaklingar og felagsskapir, ið virka innan mentan, list og skapandi vinnur, til teirra listarliga arbeiði, verkætlanir, fundarvirksemi osfr.

 

Upphæddin á húsaleiguni er tengd at støddini á hølinum. Við í leiguni er el, hiti, wifi, reingerð av felagsøkjum, umframt atgongd til køk og vesi. Ert tú áhugað/ur í at leiga eitt høli frá LISA, á Lützenstrøð 4 ella í hølunum, vit umsita í Hoydølum, so send okkum ein teldupost.