LISA hevur síðani 2012 leigað bygningin á Lützenstrøð 4, Tórshavn, fra Mentamálaráðnum.
Endamálið er at nýta hølini til skrivstovu, fundarvirksemi, netverk, verkætlanir og líknandi hjá LISA og limum felagsins. Eisini leigar LISA einstøk høli út til felagsskapir og einstaklingar, ið virka innan mentan, list ella aðra kreativa vinnu, til teirra listarliga arbeiði, verkætlanir, fundarvirksemi osfr.
Upphæddin á húsaleiguni er tengd at støddini á hølinum. Við í leiguni er el, hiti, wifi, reingerð av felagsøkjum umframt atgongd til køk og vesi.
Ert tú áhugað/ur í at leiga eitt høli frá LISA á Lützenstrøð 4 ella í hølunum, vit umsita í Hoydølum, so send okkum ein teldupost.