Listafólkabústaður í Klaksvík

Í 2026 undirskrivaðu LISA og Klaksvíkar kommuna samstarvsavtalu um at bjóða ein gestabústað til listafólk. LISA fegnast stórliga um hetta stigið og takkar Klaksvíkar kommunu fyri at vilja skapa betri karmar og arbeiðsumstøður fyri listafólk.

Húsið hjá JústaPól

Gestabústaðurin er ætlaður bæði føroyskum og útlendskum listafólkum, sum hava tørv á einum staði at arbeiða við verkætlanum, menna hugskot ella bara fáa eitt skifti frá gerandisdegnum. 

Listafólkabústaðurin kann leigast av føroyskum og útlendskum listafólkum til listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir.

Øll eru vælkomin at søkja um uppihald, men av tí at tað er LISA, ið umsitur listafólkabústaðin, hava yrkislistafólk, sum eru limir í eitt av limafeløgunum hjá LISA framíhjárætt.

Vitjandi verða biðin um at fylgja teimum húsreglum, sum LISA og Klaksvíkar kommuna hava avtalað.

Starvsnevndin hjá LISA viðger umsóknirnar og tekur avgerð um, hvør fær uppihald.

Um Listafólkabústaðin

Í stovuhædd er inngongd, køkur, baðirúm, stova og sovikamar. Loftið er innrættað, men við skráveggjum og er nakað lágt til arbeiðs- ella uppihaldsrúm. Kjallarin er óinnrættaður, men har er vaskimaskina. 

Komfýrur, mikroovnur, køksútgerð, borðbúnaður, neyðugt innbúgv, seingjaklæði, løk og handklæði eru tøk.

Kostnaður

Leigan er 1.000 kr. um vikuna, íroknað seingjaklæði og handklæði.

Goymslugjald er 2.000 kr., sum verður goldið aftur, um húsið verður latið aftur í sama standi.

Fyri meira kunning kanst tú skriva til okkum á lisa@lisa.fo .