Røddir í skýmingini í Haldórsvíkar kirkju

Published on 19 September 2026 at 15:48

Hósdagin 17. september skipaði Forlagið Eksil fyri tiltakinum Røddir í skýmingini í Haldórsvíkar kirkju, í samstarvi við Listafólkasamband Føroya. Gestir fingu eina hugnaliga løtu, har orð, tónleikur og føroyska landslagið møttust.

Tónleikurin hjá Heðini Ziska Davidsen setti ein vakran dám á kvøldið.

Kim Simonsen las úr komandi bók síni Áin, og Magnus Gaard legði fram nýggju bókina Trækrúnulivæðrin

Tiltakið var partur av mentanardøgunum í Sunda kommunu. Listafólkasamband Føroya og Sunda Kommuna hava síðani 2014 samstarvað um at nýta gamla skúlan í Tjørnuvík sum listafólkabústað, og í hesum sambandi varð skipað fyri almennum tiltaki.

Add comment

Comments

There are no comments yet.