Arbeiðs- og skrivstovuhøli tøk í Hoydølum og á Lützenstrøð

Published on 5 June 2026 at 10:31

Tøk høli eru at leiga bæði í Hoydølum og á Lützenstrøð. Hølini eru ætlað listafólki, ið eru limir í limafeløgunum hjá LISA.

Í Hoydølum er talan um arbeiðshøli, og á Lützenstrøð er talan um skrivstovuhøli.

Nærri upplýsingar um stødd, leiguprís, treytir og umsóknartilgongd finnast við at trýsta á leinki til skjølini niðanfyri.

Freistin at søkja er 20. juni 2026, og leigumálið byrjar 1. juli 2026.

Umsóknir skulu sendast til lisa@lisa.fo.

Add comment

Comments

There are no comments yet.