Nú ber aftur til at søkja um uppihald í listafólkabústaðinum í Tjørnuvík fyri tíðarskeiðið oktober 2026 – mars 2027. Bústaðurin kann leigast av føroyskum og útlendskum listafólki til listaligt arbeiði, skapan, hugsavnan og menning. Uppihald kann vara frá einari viku upp til tríggjar mánaðir. Tað er í samstarvi við Sunda Kommunu, at LISA leigar fyrrverandi skúlan í Tjørnuvík út sum listafólkabýli.
Umsóknir skulu sendast til tjornuvik@lisa.fo í seinasta lagi 31. mars 2026.
Umsóknin skal innihalda:
-
stutta lýsing av ætlanini við uppihaldinum
-
CV (í mesta lagi ein síða)
-
myndir og/ella annað viðkomandi tilfar
Vit mæla til, at alt tilfar verður savnað í eina PDF-fílu.
Add comment
Comments