Aðalfundurin hjá LISA verður hósdagin 26. februar kl. 18.00.
Sambært § 6, stk. 3 í viðtøkunum skulu uppskot til viðgerðar vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku fyri fundin.
Atkvøðurætt hava feløg, sum ikki hava eftirstøðu í limagjaldi.
Skrá
-
Val av orðstýrara og fundarskrivara
-
Góðkenning av skrá
-
Góðkenning av fundarfrásøgn
-
Ársfrásøgn
-
Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
-
Val av starvsnevnd
-
Val av grannskoðara
-
Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
-
Val av umboðum í Norðurlandahúsið og Virðislønarnevndina
-
Viðgerð av innkomnum málum
-
Ymiskt
Add comment
Comments