GLITRANDI VITAR INNAN FØROYSKA LIST

Published on 21 October 2025 at 13:00

Fyri fyrstu ferð nakrantíð, vóru føroyingar í ár í uppskoti til allar fimm virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum, og ikki minni enn tvær heiðurslønir verða handaðar føroyskum listafólkum á tingsetanini hjá Norðurlandaráðnum í Stockholm, 28. oktober 2025.

Vónbjørt Vang, rithøvundur, fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið ”Svørt Orkidé”. Eitt bókmentanarligt verk við visuellum úttrykki, sett saman av essay´s, myndakollasjum, dagbóksnotatum, minnum, yrkingum og sitatum. Frásøgufólkið er ein mamma, sum óttast at missa sonin, ið spakuliga hvørvur inn í eina verð, hon ikki hevur atgongd til, Hon leitar eftir honum, eftir hvør ið hann er nú, og ikki minst: Hvør hon er nú.

Sakaris Stórá, filmsleikstjóri, fær norðurlendska filmsprísin fyri ”Seinasta paradís á jørð”. Handritið hevur hann sjálvur skrivað, saman við Mads Stegger og Tommy Oksen. Jón Hammer er framleiðari. Á stillføran hátt verður áskoðarin leiddur inn í einsemið og sorgina hjá høvuðpersóninum. Søgugongdin skiftir millum hansara innara stríð og avbjóðingarnar við lækkandi fiskastovnum, sum hevur við sær enn eitt stríð fyri at yvirliva.

Listafólkasamband Føroya ynskir Vónbjørt Vang og Sakaris Stórá hjartaliga til lukku við heiðrinum. Mugu tykkara vitar skína á tykkum og upplýsa vegin fyri tykkara verkum út í heim.

Vónbjørt Vang, Birit Arge, Jón Hammer, Silja Eystberg og Elin á Rógvi

Add comment

Comments

There are no comments yet.