Mennandi samstarv

Published on 23 September 2025 at 15:00

Anna Katrin Ø. Egilstrøð vevaði leygardagin 13. september 2025 eitt vakurt ljóðteppi, við síni rødd og elektroniskum ljóðum, blandað við fieldrecordings, í Haldórsvíkar Kirkju. 

Konsertin varð fyriskipað av Forlagnum Eksil.

Listafólkasamband Føroya og Sunda Kommuna hava síðan 2014 samstarvað um at nýta gamla skúlan í Tjørnuvík sum listafólkabústað, og var tað í hesum sambandi at skipað varð fyri einum almennum tiltaki.

Vit takka Onnu Katrin fyri hugkveikjandi framførslu, og Eksil, við Kim Simonsen, fyri fyriskipan.

Add comment

Comments

There are no comments yet.