Pallborðsfundur: List sum samfelagslig íløga

Published on 23 March 2026 at 13:24

Føroya Fólkaháskúli og LISA skipa í felag fyri pallborðsfundi um list og mentan.

Nær: Mikudag, 25. mars kl. 17.00
Hvar: Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 18

Í Føroyum er list ein virkin partur av samfelagnum – Hon ávirkar hvussu vit hugsa, kenna og virka – og hevur beinleiðis týdning fyri trivnað, sálarheilsu og kensluna av at hoyra til.

Men list er eisini ein demokratisk kraft.

Hon gevur pláss til fleiri røddir, skapar rúm fyri ósemju og nýggjum sjónarmiðum, og styrkir okkara evni at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt.

Eitt livandi fólkaræði krevur eitt livandi listaligt rúm.

Á hesum pallborðsfundi verður listin sett á breddan, har valevni frá øllum flokkunum koma at siga frá teirra hugsanum um tað listaliga økið.

Orðstýrari verður Barbara Holm.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Møtið fjølment. Tiltakið verður stroymt á okkara facebook-síðu.

P.S.
Eftir pallborðsfundin ber til at hyggja í felag eftir forfólkaumfarinum hjá Kringvarpinum á stórskíggja úti á háskúlanum.

Add comment

Comments

There are no comments yet.