Stuðulsmøguleikar
Listafólk og mentanarverkætlanir kunnu søkja stuðul frá ymiskum stovnum og grunnum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Mentanargrunnur Landsins
Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.
Dansk-Færøsk Kulturfond
Grunnurin stuðlar verkætlanum, sum fevna um mentanarmiðlan millum Føroyar og Danmark ella Føroyar og Grønland. Til ber at søkja um stuðul til verkætlanir í sjónleiki, filmi, tónleiki, list og bókmentum.
Nordisk kulturkontakt
Nordisk kulturkontakt er ein stovnur undir Norðiska Ráðharraráðnum, sum arbeiðir fyri at styrkja norðurlendska samstarvið á mentanarøkinum og økja vitanina um norðurlendska mentan.
Mentamálaráðið
Stuðul til mentan verður umsitin í Mentamálaráðnum. Tað snýr seg serliga um játtanir á fíggjarlógini til ávís mentanartiltøk og um veitingar til meginfeløg, sum røkja mentanarligar uppgávur av almennum týdningi.
Nordisk kulturfond
Endamálið við grunninum er at stimbra menningina av list og mentan og skapa góðar og smidligar karmar fyri nýggjum samstarvi tvørtur um lond.