Arbeiðshøli tøkt at leiga í Hoydølum

Published on 27 March 2026 at 17:17

Listafólk úr øllum listagreinum eru vælkomin at søkja um at leiga høli R47 í Nýggjustovu í Hoydølum. Rúmið er 10,3 fermetrar, og mánaðarliga leigan er 1.125,30 krónur. Í leiguni eru wifi, el og hiti íroknað.

Í umsóknini skal upplýsast, hvørjum limafelag umsøkjarin er limur í, umframt kontaktupplýsingar. Eisini skal stutt greiðast frá listaliga virkseminum, grundgeving fyri tørvinum á hølinum og kunning um, hvussu leingi ætlað er at leiga.

Umsøkjarar skulu vera limir í einum av limafeløgunum hjá LISA. Umsóknir skulu sendast til lisa@lisa.fo. Í evnisteiginum skal standa: Umsókn til R47 í Nýggjustovu í Hoydølum.

Í Hoydølum leiga longu tíggju onnur listafólk. Har er eisini eitt verkætlanarrúm, sum verður leigað út í styttri tíðarskeið til plásskrevjandi verkætlanir. Tað er umráðandi, at øll, sum arbeiða í hølunum hjá LISA í Hoydølum, fara væl um felagsskapin og hølini.

Nærri kunning fæst við at venda sær til LISA á telduposti lisa@lisa.fo.

Add comment

Comments

There are no comments yet.