Leikarafelag Føroya

UM LIMAFELAGIР

 

Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. Høvuðsendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum. Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava ngið sær útbúgving innan sjónleikarayrkið Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónlleikarar.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, veita teimum hjálp og ráð- geving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøkið hjá felagnum er allur yrkissjónleikur, leikstjórn, útvarpsleikir og upplestur, sjónvarpsleikir/- upplestur, lm, leiklistafrøði, undirvísing/skeiðvirksemi, lýsingar, undirhald og annað leikhúsyrki.

Leikarafelag Føroya hevur seinnu árini havt nógv samstarv uttaneftir, eitt nú við felagsskapin Nordic Network for The Performing Arts Saman við hesum felagsskapi hevur Leikarafelagið ment norðurlendsku dramatikaravirðislønina Nordic Drama Train og New Nordic Drama. Leikarafelagið skipar eisini fyri skeiðum fyri limir sínar, umframt readingsfestivalin LeikREAD og New Nordic Drama Í 2016 var Leikarafelagið vertur fyri Nordic Performing Arts Days // Dagarnar 2016.

Limir í Leikarafelagnum arbeiða øll sum fríyrkisfólk innan palllist, eitt nú á Tjóðpalli Føroya, í Kringvarpinum, í føroyskum lmum, umframt at bróðurparturin av limum tess hava stovnsett egin leikfeløg, sum framleiða sjálvstøðugar verkætlanir.

Nevnast kunnu eitt nú Det Ferösche Compagni, TVAZZ, Leikhús Skift, Teatur Grugg, Intime Teater, GUT Productions o o Fleiri limir í Leikarafelagnum eru eisini virknir innan sjónleik, dans og lm í øðrum londum.

 

 

Leikarafelag Føroya í Hoydølum 

 

Venjingarhølir í ymsum støddum 

Verkstøð til eitt nú royndarverkætlanir, seymistovur, pallsmíð, málarasal, skriviverkstovur, readings 

Goymslur av ymsum slag, eitt nú til teknikk, búnar, rekvisittir 

At skipa fyri festivalum innan palllist og tvørlistaligt samstarv 

Skeiðsdepil til førleikamenning, bæði almenn og intern 

Altjóða samstarv 
Listabúdeplar (art residency), har altjóða listafólk búgva og arbeiða í Hoydølum 
Fakligt bókasavn til bókmentir, handrit, tíðarrit, gransking 
Framførsluhølir – black box, site speci c (innan- og uttandura) white box 

 

Leinkja til heimasíðu