Designfelagið

UM LIMAFELAGIР

 

Designfelagið er felag fyri designarar, ið virka yrkisliga innan fakið ella eru undir útbúgving á hægri lærustovni við høvuðsdenti á designfakligar mannagongdir og førleikar.

Felagið hevði stovnandi aðalfund 2 apríl 2011 í Pæsastovu.

Endamál felagsins er at virka fyri, at design verður ein kjarnuførleiki í øllum viðurskiftum, og at design sum berandi virðisnormur verður styrktur vinnuliga og samfelagsliga.

Í arbeiðinum at menna útbúgvingarmøguleikar innan design í Føroyum arbeiðir felagið fyri at fáa design inn sum fak á miðnámi.

Eisini hevur felagið tikið stig til saman við LISA at seta Føroya Listaskúla á stovn Ein skúli, ið er við til at skapa betri umstøður fyri fakligum netverki og førleikamenning eins og tvørfakligum samstarvi listagreinanna millum.

 

 

Designfelagið í Hoydølum 

 

  • Umstøður hjá designarum at arbeiða í einum skapandi og mennandi tvørfakligum umhvørvi

  • Verkstaður og høli at arbeiða yrkisliga, til undirvísing, fyrilestrar og framsýning

  • Savnandi staðseting í miðstaðarøkinum til design- fakligt virksemi

  • Granskingarumhvørvi innan design, nú fyrsti før- oyski MD-arin (Master i Design) fer undir at skriva vísindaligar greinar

  • Listabókasavn

  • Listafestivalur