Arkitektafelag Føroya

UM LIMAFELAGIР

 

Arkitektafelag Føroya (AF) var stovnað 18 juni í 1981 og hevur í dag umleið 40 limir.

Síðan 2008 hevur arkitektafelagið verið eitt burturav arkitektfakligt felag Lønarsamráðingar mandatið liggur hjá Akademikarafelagnum (AKF) Arkitektafelagið er skipað við trimum nevndarlimum, tveimum tiltakslimum og einum aðalskrivara, sum er 1/16 løntur.

Endamál felagsins er at menna ansin fyri bygging og fyri mannskapaða umhvørvinum í Føroyum.

Endamálið er herumframt at virka fyri felags áhuga- málum limanna.

Arkitektafelagið hevur gjøgnum árini skipað fyri nógvum tiltøkum bæði fyri almenninginum og fyri limirnar Soleiðis kann nevnast almenn tiltøk um arkitektur og bygging og verkstovur í arkitekturi.

Síðan 2010 hevur AF skipað fyri Arkitekturardegi, sum er eitt árligt alment tiltak og verður hildið um heystið Arkitekturardagurin hevur til endamáls at seta sjóneykuna á arkitektur og viðkomandi sam- felagsviðurskifti.

Arkitektafelagið umboðar Føroyar í einum norður- lendskum bólki umboðandi arkitektafeløg frá Noreg, Svøríki, Danmark, Íslandi og Finnlandi Bólkurin hittist á árligum NS-fundi (Nordisk Styremøde) Londini skiftast um at vera vertir Samstarvið hevur m a til endamáls at skifta orð um politisk felagsmál innan arkitektur, bygging og útbúgving og at menna eitt nú eftirútbúgving og kappingar.

Saman við hinum norðurlendsku arkitektafeløgunum mynda Arkitektafelag Føroya norðurlendska lima- skapin í Sektión 1 í altjóðafelagsskapinum UIA, Union Internationale des Architectes.

 

 

Arkitektafelag Føroya í Hoydølum 

 

  • Fundarhøli til fundir, framløgur og videokonferansur Brúkarar: AF-nevndin, arkitektar, teknistovur Møgu- leiki fyri tvørfakligum verkætlanararbeiði 

  • Fyrilestrarhøli: Fyrilestrar og panelfundir 

  • Teknistovufelagsskapur fyri arkitektar, royndar og óroyndar 

  • Ein modellverkstað til smærri bygningsmodell og 1:1 modell av bygningslutum 

  • Fotostudio við hóskandi ljósútbúnaði til myndatøku av bygningsmodellum 

  • Bókasavn við fakbókum og arkitekturtíðarritum 

  • Eitt savn av ymsum bygningstilfari: stáli, timbri, plátum, glasi, linoleumi, vinyli v.m.
  • Framsýningar av arkitektakappingum og verk- ætlanum
  • Heimstaður hjá arkitektureventum, so sum árliga arkitekturardegnum
  • Eina prentmiðstøð til felags nýtslu hjá arkitektum/ teknistovum við kopimaskinum og plottarum til at prenta stórar støddir
  • Eitt arkiv til arkitektatekningar av bygningum við varðveitsluvirði

 

 

Leinkja til heimasíðu