LISA í Hoydalar – eitt stað har listin og listafólkini hoyra til

  • 01 Aug 2017
  • - LISA

Mentamálaráðið hevur biðið um hugskot um, hvat hesin vakri og søguríki bletturin skal brúkast til í framtíðini.

LISA skjýtur upp, at bygningarnir í Hoydølum verða latnir LISA at gera eina miðstøð fyri tey virkisøki, ið eru umboðað í limafeløgunum hjá LISA.

LISA, Listafólkasamband Føroya, er meginfelagið fyri øll feløg, ið hava limir, sum á yrkisligan hátt fáast við skapandi og útinnandi arbeiði innan list Limirnir hjá LISA eru hesir: Arkitektafelag Føroya, Designarafelagið, Einleikarafelag Føroya, Felagið Føroysk Tónaskøld, Føroysk Filmsfólk, Føroysk Myndlistafólk, Føroya Tónleikarafelag, Kórsamband Føroya, Leikarafelag Føroya, Rithøvundafelag Føroya og Yrkisfotografar í Føroyum.

Kjarnin í uppskotinum hjá LISA er í Hoydølum at gera ein miðdepil til listafakligt arbeiði til framleiðslu, framsýning, sølu, marknaðarføring, netverk og altjóða samstarv á lista-, vitanar- og mentanarøkinum Til hetta eru Hoydalar arkitektoniskt framúr væl hóskandi Í Hoydølum kann LISA gera eitt slag av staði, sum ikki nnst frammanundan í Føroyum Eitt stað, har listin og listafólkini hoyra til.

Í hesum bóklingi er ein stutt lýsing av virkisøkjunum og hølistørvunum hjá limunum í teimum ellivu feløgunum, umframt ein lýsing av uppskotinum hjá LISA um hvat er møguligt í Hoydølum.

LISA skjýtur upp, at bygningarnir í Hoydølum verða latnir LISA at gera eina miðstøð fyri tey virkisøki, ið eru umboðað í limafeløgunum hjá LISA

Share on :