|
Greinar
Ikki ber til at fjala seg fyri sínum egna skugga
Nú er aftur eitt fíggjarlógaruppskot farið av bakkastokki, og aftur hesaferð er uppskotið ein kámur skuggi av føroyskum politikki.
Tað er ein háðan og ein skomm fyri okkum føroyingar, at dagsins politikarar eru so ólátaðir, at teir ikki kunnu standa við sínu føgru lovorð, sum vórðu floygd úr munni teirra fyri bara nøkrum fáum mánaðum síðani, og at teir ikki heldur megna at ganga inn fyri tí, sum teir sjálvir hava samráðst seg til og fest niður í samgonguskjalið. Ár um ár fær politiski veruleikin skyldina, men eg haldi, at talan er um politiskt dramblæti, har allir sum ein brúka heimsins elstu umbering: Tað var ikki eg, tað var hann. Hinir hava skyldina fyri, at eg taki ta avgerð, sum eg taki. Í valstríðnum lovaðu í minsta lagi 17 av landsins kosnu, óansæð flokk, at Mentanargrunnur Landsins skuldi hækkast upp til 15 milliónir komandi fýra árini. Hetta er ein meiriluti av løgtinginum, so ongin forðing átti at verið fyri, at so varð gjørt. Men nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram, sær tað út til, at teir hava brotið bæði munnligar og skrivligar avtalur. Og tað so dyggiliga eisini. Mentanin hevur altíð verið eitt skálkaskjól hjá politikarum. Teir hava í nógv ár, óansæð flokk, fjalt seg aftan fyri ein mentanarpolitikk. Teir hava brúkt hann í sínum egna hugtaki um eina serliga føroyska tjóð, hava brúkt mentanina (sum teir ikki vilja stuðla) sum skálkaskjól fyri eina tjóðarbygging, sum er láturlig, tí at við ongum stuðli til mentan og list, so kunnu teir eins væl geva tjóðini mønustingin – skera høvuðsæðrina av og melda seg inn í okkurt lokalt biddarafelag, ið ikki ætlar sær at gerast ein partur av altjóða pallinum. Kanska Norðurkorea hevði viljað havt okkum við. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 er enn ein láturlig roynd at fjala seg fyri síni egnu politisku hugmóð og egna dugnaloysi. Mentanin hevur í hesum fíggjarlógaruppskotinum fingið tað sama sum fyrr – nakrar silvurdálar, sum skulu brúkast til, at politikararnir kunnu siga við seg sjálvar, at vit hava hóast alt játtað til mentanina. Men hesar láturligu upphæddir gera ongan mun. Púrt ongan. Hundrað túsund her og hálvtrýss túsund har eru bara til at halda øll, sum eru við til at menna føroysku tjóðina, sum eru við til at skapa hesi ungu tjóðini ein tjóðarsamleika, fyri turra spott. Men, hugsar gløggi lesarin, hvat er so nóg mikið? Jú, upphæddirnar, sum talan er um, eru tær, sum landskassin fær inn í eykaavgjøldum fyri sigarettir í eitt ár (kanska fleiri høvdu lagt av at roykt eisini). Estland stuðlar listafólkum við teimum eykaavgjøldum, sum koma inn frá tubakki og rúsdrekka. Hví lata føroysku politikararnir ikki teir pengarnar til mentan og list? Nei, teir halda, at hasir býttlingarnir, sum sita og skriva, sum mála, gera tónleik, gera orðabøkur og annað, hatta eru bara sovorðnir letingar, sum ikki duga at fáast við okkurt annað. At Mentanargrunnur Landsins er hækkaður við lúsa 200.000 krónum kennist á sama hátt, sum tá ið ein politikari hevur brúkt allar sínar pengar til valstríðið, og so verður hann ikki valdur á ting. Tær skapandi kreftirnar eru øðiligar í Føroyum, og teir, sum sita við róðrið vilja ikki vanda hendan fong – vilja ikki gera eina íløgu í tjóðina Føroyar. Teir hava ikki sæð, hvønn týdning skapandi og útinnandi listin hevur fyri Føroyar. Upphæddin, sum verður latin í stuðli til mentan og list kemur í minsta lagi fimm ferðirnar inn aftur. Ein annar vegur at gingið hevði verið, at teir pengar, sum listafólk hava goldið í skatti síðani 2000, t.e. pengar, sum listafólk hava fingið í starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, kundu verið nóg mikið til at hækkað játtanina til grunnin munandi. Ja, tað er næstan bara hugflogið, sum setir markið fyri, hvat ið kann gerast. Men, tá ið politikarar skulu semjast um at stuðla list og mentan, so kemur altíð onkur tunnil í vegin, ella eitt ellisheim, ella ein skúli, ella ein skattalætti, ella ein tunnil, ella eitt vaktar- og/ella ferðafólkaskip, ella ein tunnil afturat, ella ein undirsjóvartunnil o.s.fr. o.s.fr. o.s.fr. Umberingarnar fyri ikki at stuðla eru eins nógvar og lyftini, sum teir góvu øllum listafólkum fyri valið. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 er bara ein ógvuliga kámur skuggi av tí, sum varð lovað fyri valið. Hevði so talan verið um eina risastóra upphædd, so kundi eg skilt teir, men talan er um 10 milliónir í fýra ár til skapandi og útinnandi listafólk, til listafólk, hvørs verk finnast í øllum føroyskum húsarhaldum og í øllum almennum sum privatum bygningum, og sum er týdningarmesta amboð til at byggja tjóðina við. Hetta er ikki ein meining frá einum kjarrgalnum, ráðaleysum manni – hetta er ein meining frá einum ógvuliga sviknum og skuffaðum manni. Og eg eri ikki einsamallur um hesa kensluna. Eitt lovað orð eigur at hanga fast sum ein skuggi í einum menniskja, og sum tað ikki eigur at kunna renna ábyrgdarleyst frá. Nú skal so fíggjarlógaruppskotið leggjast fram fyri tær ymisku nevndirnar. Eg vóni, at tá ið uppskotið kemur fyri Mentanarnevndina, so fara teir at bera so í bandi, at Mentanargrunnur Landsins fær tað, sum honum varð lovað. Bill Justinussen og hini í Mentanarnevndini, nú kunnu tit vísa tykkum sum veruligar politakarar, ið standa við síni orð. Vit krevja bara, at tit halda tað, sum tit lovaðu at játta, tá ið tit vóru til setanarsamrøðu við fólkið (t.e. valstríðið).
Oddfríður Marni Rasmussen |
|
Last Updated on Thursday, 08 September 2011 13:14 |
|
|
Føroyskar bøkur til Frankfurt í 2011 |
|
|
|
|
Greinar -
Greinar
|
Tíðindaskriv
Føroyskar bøkur til Frankfurt í 2011
Fyrireikingarnar til føroysku luttøkuna á bókastevnuni í Frankfurt í oktober 2011 eru nú av álvara farnar í gongd. Beinanvegin, tað var greitt, at almennu Føroyar fáa høvi at hava ein framsýningarbás undir liðini á heiðsurgestinum Íslandi á risastóru bókastevnununi í Frankfurt í 2011, gjørdi landstýriskvinnan í mentamálum Helena Dam á Neystabø av at taka av innbjóðingini frá Íslandi, og at fara virkin inn í fyrireikingarnar, til tess at tryggja, at hesin einastandandi møguleikin verður loftaður, føroyskum bókmentum at frama.
Fyrireikandi fundir vóru saman við Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum, Vitananum, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Mentanargrunni Landsins, og øll vóru samd um, at vit eiga at leggja nógv fyri, til tess at fáa eina so góða framsýning sum møguligt. Úrvalsnevndin hevur valt 10 bøkur Ein úrvalsnevnd varð sett at velja út bøkur og gera av hvørji verk skulu umboða Føroyar. Í úrvalsnevndini sita Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, Bergur D. Hansen, studentaskúlalærari, og Guðrun Gaard, studentaskúlalærari. Nevndin hevur valt hesar bøkur:
Skaldsøgur:
Carl Johan Jensen Ó, søgur um djevulskap. 2005. Jóanes Nielsen Glansbílætasamlararnir. 2005. Gunnar Hoydal Undir Suðurstjørnum. 1991. Oddvør Johansen Í morgin er aftur ein dagur. 1999. Jógvan Isaksen Norðlýsi. 2009.
Yrkingasavn:
Tóroddur Poulsen Útsýni. 2010.
Stuttsøgusøvn:
Sólrun Michelsen Tema við Slankum. 2007. Hanus Kamban Pílagrímar. 2001.
Barnabók:
Bárður Oskarsson Ein hundur, ein ketta og ein mús. 2004.
Yrkisbók:
Andras Mortensen Hin føroyski róðrarbáturin. 2000.
Nevndin sigur, at tær tíggju bøkurnar, sum hon hevur valt, eru góðar bøkur, sum tað átti at verið møguligt at funnið keyparar til. Tær umboða føroyskar bókmentir og tala til ymiskar lesarar, vaksin og børn, intellektuelt kravmiklar lesarar og lesarar, sum vilja stytta sær stundir við góðum yrkingum og væl søgdum søgum. Ein yrkisbók er vald, sum lýsir ein týðandi part av handaligu mentanini í vakrari bók við nógvum góðum myndum.
LISA samskipar
Mentamálaráðið hevur heitt á Listafólkasamband Føroya (LISA) um at átaka sær at samskipa føroysku luttøkuna. At samskipa føroysku luttøkuna merkir millum annað, at hava samband við íslendsku fyriskipararnar, týska marknaðin og annars at varða av tí praktiska í sambandi við bókastevnuna.
Ein tann fyrsta uppgávan hjá samskiparanum verður at fáa týtt tær bøkurnar, sum úrvalsnevndin hevur valt, í fyrstu atløgu ikki í síni heild, men í brotum. Harumframt skulu umrøður gerast av høvundunum og útvaldu verkum teirra. Landsstýriskvinnan í mentamálum fegnast um, at rættilig ferð er komin á fyrireikingarnar. Tess betri vit eru fyrireikað, tess størri eru møguleikarnir fyri, at hetta átak veruliga kemur at menna okkara bókmentaumhvørvi.
Tórshavn, 8. desember 2010
Mentamálaráðið |
|
Last Updated on Thursday, 08 September 2011 13:17 |
|
Við list skal land byggjast |
|
|
|
|
Greinar -
Greinar
|
Við list skal land byggjast
Oddfríður Marni Rasmussen.
Valstríðið
Valstríðið fram til valdagin 19. januar var heldur tamt. Onki veiggj var í politikarunum. Teir vóru so mikið samdir, at ein skuldi trúð, at allir ætlaðu sær í somu samgongu. Tá ið so smálutirnir komu til sjóndar, vísti tað seg, at ABC samgongan, sum hevur sitið við valdinum tey seinastu fýra árini, ikki kundi semjast. Løgmaður tók sær onnur ráð fyri og fór at fríggja til Tjóðveldið og Miðflokkin. Nú hava flokkarnir í CHE-samgonguni telvað seg fram til eitt samgonguskjal. Skjalið hevur fingið heitið “Samhaldsfesti, sjálvstýri, (so kom sjálvstýrið við, hóast alt) møguleikar og menning”.
Tjóðarsamleiki ella altjóða samleiki
Tað er tann parturin av samgonguskjalinum, sum hevur við mentan at gera, ið hevur mín áhuga. Eg má siga, at eg ikki áður havi sæð eitt samgonguskjal, sum hevur ein so framsøknan mentanarpart sum hetta. Tað gleðist eg um, sjálvandi. Men fyrst til inngangsorðini til mentanarpartin í samgonguskjalinum, har ein tjóðarsamleiki sum hugmyndafrøði verður eyðlýstur. Eg gjørdist ikki sørt skakkur av, at slík hugmyndafrøði skal liggja sum grund fyri einum mentanarpolitikki. Har er onki nágreiniligt sett í inngangsorðini, og tí kunnu tey lesast sum tómt tos. Allarfyrst stendur skrivað: “Tjóðarsamleikin er tað, sum knýtir føroyska fólkið saman,” jú, jú, tað passar og góð sáðgóðska er eisini gott at knýta fólk saman við, men hvør er hesin tjóðarsamleikin? Skal ein hava ein ávísan politiskan ella trúarlit fyri at hava ein slíkan tjóðarsamleika? Og hvussu við teimum, sum ikki kunnu knýtast til henda tjóðarsamleikan? Eru tey ikki ein partur av føroyska fólkinum? “Orsøkin til at vit byggja land er, at vit hava ein sterkan samleika,” stendur víðari skrivað. Hetta er eisini logikkur fyri búrhøsn, men ein sterkur samleiki kann bara lýsast við at peika á eitt veikt lið. Men so kemur hesin heldur løgni setningurin. “Men hann (tjóðarsamleikin) er undir trýsti uttaneftir.” Hetta er ein heldur løgin orðing, og tá ið seinasti setningurin í inngangsorðingini verður tikin við, luktar hesin tjóðarsamleikin eitt sindur ov nógv av forboðum. Hann stinkar av snævurskygdi, og ein fær eina kenslu av, at ein partur av føroyingum skal byrgjast inni og ikki lata seg ávirka av nøkrum útlenskum, meðan hini, sum bróta frá og, sum fjeppast uppi í tí, sum kemur uttaneftir, skulu læsast inn. At enda stendur: “Tí verða munandi átøk gjørd til tess at stimbra og menna tjóðarsamleikan.” Eg kundi hugsað mær at vita, hvørji átøk, ið skulu gerast til tess at stimbra og menna tjóðarsamleikan? Eg haldi ikki, at veruleikin er so einkul, sum her verður víst á. Øll lond í heimunum eru undir trýsti uttaneftir. Danmark er undir trýsti uttaneftir. Týskland er undir trýsti uttaneftir og so framvegis. Tað kemst ikki uttanum. Men um nakar serligur vandi er fyri, at okkara tjóðarsamleiki minkar av hesum, loyvi eg mær at ivast í. Vit koyra í bilum, hóast gamalt var at ganga millum bygda. Vit brúka hvirluna til bakstur, hóast gamalt var at elta við knúgvunum. Vit hava fingið motorbát, hóast teir gomlu róðu. Vit innflyta vesipappír, hóast gamalt var at brúka hoyggj og fuglaveingir. Og vit brúka alnetið at samskifta við. Sjálvt um ávirkanin uttaneftir hevur verið stór, ja, so mikið stór, at samfelagið hevur broytt seg, enntá til tað betra, so eiga vit ikki at vera bangin fyri, at alt tað, sum føroyskt er, fer fyri bakka. Ávirkanin uttaneftir verður ikki so stór, um vit styrkja partar av samfelagnum. Til dømis er sera týdningarmikið, at vit virða móðurmálið, at vit í øllum leikum og allari list standa okkum væl, og at vit ikki smæðast við at siga, hvørji vit eru, og hvaðani vit koma, so kemur tjóðarsamleikin av sær sjálvum. Tjóðarsamleikin er sterkastur, tá ið vit kenna okkum órættvíst viðfarin av øðrum, soleiðis, sum vit vórðu viðfarin av dønum beint eftir kreppuna í 1992, og tá ið vit eru stolt av okkara egnu landsmonnum, sum til dømis, tá ið Jóanes Nielsen vann norðurlendsku dramatikaravirðislønina, ella tá ið útlendski tíðindaheimurin annars gevur Føroyum og føroyingum gott skotsmál fyri mentanaravrik av ymiskum slagi. Vit hava brúk fyri at samanbera okkum við onnur lond fyri at gerast ein partur av altjóðagerðini, og við at samanbera okkum við onnur, kunnu vit byggja eitt samstarv upp, sum er á einum veruleikakendum støði. Tað dugir onki at byggja garðar, tá ið hini bróta niður múrar.
Ræst kjøt og samleiki
Seta vit inn orðini “ræst kjøt” í staðin fyri “tjóðarsamleika” og “samleika” ljóðar inngangsorðingin soleiðis: Ræst kjøt er tað, sum knýtir føroyska fólkið saman. Orsøkin til at vit byggja land er, at vit hava eitt serstakt ræst kjøt. Men tað er undir trýsti uttaneftir. Tí verða munandi átøk gjørd til tess at stimbra og menna ræsta kjøtið. Skriva vit hugmyndafrøðina á henda hátt, gevur tað eins lítla meining sum tann orðingin, ið stendur skrivað í samgonguskjalinum. Tað hevði tí verið óneyðugt at skriva slíkt innantómt skvaldur, áðrenn ein innihaldsríkan virkispart í samgonguskjalinum.
Mentanararvurin
Fara vit síðani til sjálvt innihaldið í mentanarpartinum av samgonguskjalinum, so fært tú annað latín at lesa. Tann einasti parturin, ið luktar eitt sindur av hugmyndafrøðini um tjóðarsamleika, er tann parturin, sum er um mentanararv. Og onki ringt um tað. Mentanararvurin skal varðveitast, tí at vit hava brúk fyri at varðveita minnið um søgu okkara. Málstevna Gleðiligt er, at landsstýrið í “mest møguligan mun” ætlar at fylgja tilmælinum frá málstevnunevndini, ið orðaði ein málpolitikk í fjør. Tað skuldi ikki kostað tað stóra, at fingið øll forrit á føroyskum, soleiðis, at allar fartelefonir og teldur brúktu føroysk heiti fyri teir tøknifrøðiligu eginleikarnir, sum hesi hava. Eisini at fingið filmar og annað við føroyskum teksti og talu skuldi verið ein góð íløgu í framtíðar ungdóm Føroya.
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya eigur at veita føroyingum eina almenna tænastu og skal senda tilfar, ið tænir øllum føroyingum í øllum aldri. Hetta er næstan ógjørligt, men sigast má, at Kringvarp Føroya væl kann gerast betri enn tað er í dag. Ongin er, sum hevur ábyrgdina av at gera gott tilfar, sum skal røkka øllum føroyingum. Viðhvørt verður ikki rokkið, tí at sendinetið ikki virkar, ella er tað tí, at tílfarið er so týdningarleyst, at ongin tímir at lurta ella hyggja. Við øðrum orðum: alt, sum verður gjørt, kann bara verða til tað betra.
Mentanargrunnur landsins
Hesin parturin hevur kanska mest við meg at gera. Tað er fagur ljómur í mínum oyrum, nú Mentnargrunnur landsins er tikin við, og at hann skal hækkast og broytast. Fyrst vildi eg mett, at hann skuldi skift navn og fingið heitið “Listagrunnur landsins”, tí at hann veitir bara til skapandi og útinnandi list. Vit eru komin so mikið langt í okkara fatan av, hvat list er fyri nakað, at vit meira enn so kunnu kalla barnið fyri tað, sum tað eigur at verða kallað. Eg sat og klipti út øll tey gyltu lyfti, sum politikarar komu við í valstríðnum. Tey, sum lovaðu, at Mentanagrunnur landsins skuldi hækka munandi, ja, summi søgdu, at hann átti at verið trífaldað hækkaður, tey vóru: Hans Pauli Strøm, Helena Dam á Neystabø, Bill Justinusen, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Katrin Dahl Jacobsen, Kári á Rógvu, Jógvan á Lakjuni, Andrias Petersen, Rodmundur Nielsen, Heidi Petersen, Annika Olsen, Marius Dam, Kaj Leo Johannesen o.o. So mikið nógvir tinglimir vóru, ið vildu grunninum væl, at ikki skuldi verið nakar trupulleiki at fingið slíkt í gjøgnum á tingi. Eg ivist tó í, um ein tónlistagrunnur eigur at liggja undir Mentanargrunninum. Hann eigur eftir mínum tykki at liggja undir Vinnumálaráðnum, tí at soleiðis sum eg havi skilt tónlistagrunnin, so skal hann verða brúktur til at marknaðarføra føroyskan tónleik, serliga popptónleik, út í heim.
Tjóðpallur Føroya
Gott er, at Tjoðleikhús skal byggjast, tí at verandi umstøður eru als ikki nøktandi. Eg meti tað vera ein tjóðarskomm ikki at hava eitt snotiligt tjóðleikhús, tá ið tað nú eina ferð hevur verið politiskur vilji at seta ein tjóðpall á stovn. Søvn og savnspolitikkur Sera týdningarmikið er, at bøkasøvnini verða nútímansgjørd. Vit koma haltandi eftir hini londini á hesum økinum. Og vit skammast við at siga, at vit ikki kunnu lána tónleikafløgur á einum føroyskum bókasavni. At bókasøvnini ikki kunnu skipa fyri ymiskum skeiðum fyri fólki. At bókasøvnini ikki kunnu annað enn at lána nakrar fáar bøkur til ein lánara. Vit hava smærri bókasøvn í skúlum kring landið. Vanligt er, at tey eru læst, soleiðis, at ongin skal sleppa at lesa bøkurnar. Ein dagføring á hesum økinum er so hart tiltrongd, at tað fer at taka meiri enn komandi fýra árini til hetta. Her má ein langtíðarætlan gerast. Í Grønlandi hava bókasøvini opið sunnudagar við ógvuliga góðum úrsliti. Hví ikki byrja við at lata bókasøvnini kring landið upp fyri almenninginum?
Musik- og listaskúli
Eg kenni musikskúlan. Tað er ein skipan, ið skal styrkjast, men eg veit onki um nakran listaskúla. Kann mann bara tveita ein listaskúla, sum ikki er til í eitt samgonguskjal, uttan so, at tey ætla at byggja ein listaskúla?
Ungdómurin
Fjálgandi er eisini at síggja, at ungdómurin er komin við í eitt samgonguskjal. Ungdómurin er tann, ið skal loftast. Vit eiga at geva ungdóminum tilboð, ið kunnu menna teirra listarliga førleika. Sjálvandi ber ikki til hjá øllum at gerast kend listafólk, men nógv verða ótrúliga góðir áhoyrarar ella áskoðarar, um tey verða lærd, hvussu list virkar við sjálv at sleppa at skapa. Hetta kann gerast í skúlanum ella í ungdómsklubbum, ið fáast við at læra ungdómin at skriva yrkingar, at smíða løg, at mála málningar og at arbeiða skapandi við teldum. Niðustøða Við hesum fáu orðum havi eg tikið samanum tað, sum stendur í samgonguskjalinum. Onki samsvar er millum hugmyndafrøðiligu inngangsorðingina og teir veruligu málsetningarnar í mentanarliga partinum av samgonguskjalinum. Inngangsorðingin er humbukk og møsn og luktar eitt sindur av lummafasismu, meðan málsetningarnir eru ógvuliga framsøknir, og eg vóni, at alt, sum í tí partinum stendur verður veruleiki innan fýra ár, tí at tað er veruliga brúk fyri at gera íløgur í mentanina, sum merkjast.
Last Updated on Wednesday, 10 November 2010 13:18 |
|
Last Updated on Thursday, 08 September 2011 13:18 |
|
|
Greinar -
Greinar
|
Kjakframløga um stýring av list
Miðlahúsið apríl 2010
Inger Smærup Sørensen, cand. mag í listsøgu
Stórt sæð sum alt annað, sum hendir, hevur hesin fundurin eisini verið endavendur á facebook, har ein afturvendandi atfinning hevur verið, at pallebaliðin ikki situr við pallborðið í dag. Uttan iva, hevði tað ikki blivið ein verri fundur, um pallborið virkaði eitt sindur minni samansvorið. Kortini kann eg ikki lata vera við at undrast á at hesin tankin kemur upp í so nógvum høvdum. Hevði tað verið natúrligt at biðið palleba komið við einum íkastið, um fundurin var um fíggjarstøðuna í landinum ella um krabbameinskanningar? Hví hevur tað so stóran týdning júst tá talan er um list? Tað er sjálvandi tí, at vit ikki skulu hava serfrøðingar at fortelja okkum hvat okkum skal dáma og hvat er góður smakkur. Tað er natúrligt, men list er kortini eisini eitt øki, sum skal mennast, sum alt annað í samfelagnum og tað krevur vitan og forstáilsi fyri lyndinum í listini at skapa karmarnar fyri hesi menning. Um tað kortini er onkur, sum er ørkymlaður fyri javnvágini í hesum pallborðinum, kann eg ugga tey við, at hon ikki avspegar ein vanligan tendens í viðgerðini av list fyri tíðina. Allastaðni, ikki bara á facebook, men í politiskum , almennum stuðulsskipanum og í listagreinum í fjølmiðlunum ljóðar herrópið ”alt er list”. Tað er ikki gjørligt at yvirhoyra tað, kortini vil eg gjarna, fyri at tryggja javnvágina, hava hetta sjónarmiðið í bakhøvdinum í dag, tí fari eg at byrja við at minna typir sum okkum um, at vit liva í eini pinka lítari enklavu.
Vit liva í eini pinkalítlari eknklavu upp á 50 ella kanska 100 listsnobbar, smaksdómarar, verðinsfjarir elituistar og tað, sum er verri. Ein pinkalítl enklava, har týdningurin av listini fyri samfelagið er ein sjálvfylgja, ja ein enklava har tað veruliga hevur meining at tala um list, sum tað týdningarmesta fyri samfelagið, hátt hevja yvir fisk og betong – ella røktarheim og vøggustovur fyri tað. Ein enklava, sum er so innforstaðin, at okkum nýtist bara at lyfta aðra eygnabrúnna fyri at skilja okkara djúpu andstygd fyri tí innarliga býtta mátanum, sum listin er umsitin eftir. Men. So skjótt vit fara út um tann lukkaða ringin, ja bara hinumegin vegin, so er tað volapyk. Tað er volapyk fyri tey, sum búgva við síðuna av okkum. Alt tað, sum vit halda er so týdnigarmikið og rætt, er fyri teimum abstrakt, háfloygt og líkamikið.
Tá er tað ikki altíð so hugaligt at fara út úr síni egnu verð. Serstakliga ikki tá man finnur út av, at hini liva eitt ríkt mentanarligt lív. Tey fara veruliga á konsert, lesa bøkur og hava bíløt á vegginum. Góð bíløt viðhvørt (men hvør hevur egentliga givið mær autoritet at meta um tað). Óvissukenslan blívur ikki betri av, at man sjálvur, í síni pínligu betrivitan avnoktar, at tað finst ein avantgarda. Kundu vit bara hildið fast við hugskotið um eina avantgardu, so høvdu vit eina góða grundgeving fyri, at alt tað vit halda er rætt, verulgiga eisini er rætt. Men gakk, ongin uttanfyri enklavuna sum eg livi í er ónøgdur við mentanina. Politikararnir eru eftir øllum at døma eisini glaðir, alt er frálíkt og vit er noydd at viðurkenna, at vit eru nøkur heilt fá, sum halda at tað gongur til helvitis. Vit eru nøkur heilt fá, sum eru so súr, at vit halda, at tað er eitt problem, at tað út av teimum 25 myndlistafólkunum, sum hetta landið hevur fostrað síðan 1960, tað vil siga ung listafólk undir 50 ár, búgva 7 her í landinum. At tað er eitt problem, at ongi faklig umboð fyri myndlistina eru í almennum nevndum og stýrum, sum umsita myndlistina. At listpolitiska kjakið í besta føri er spakt, í versta føri oyðileggjandi. At mentanarpengar eru umsitnir ætlanarleyst, og at listastovnar ikki lúka sínar skyldur. Vit eru nøkur heilt fá, sum halda tað er ein grund til at grenja, men soleiðis sær tað út frá mínum sjónarvinkli, harfrá eg standi og í tí lítlu bobluni ella enklavuni eg livi í.
Naa, onkunsvegna skal alt hetta tosið um enklavuna og tilvitanin um, at tað finst eitt mentanarlív uttanfyri enklavuna eisini helst føra meg fram til at svara spurningunum, sum eg fekk settar í dag. Fyri tað fyrsta: Skal listin stýrast ella skal hon vaksa frítt? Fyri tað næsta, hvør skal stýra henni? Spurningarnir sjávir benda á, at tað eru tvær liðir í málinum og tveir ymiskir hópar, hvør við sínum hugburði. Øðrumegin tann lítla úrvalda enklavan, sum blívur við at grenja, og hinumegin allir aðrir mentanarskaparar og mentanarbrúkarar. Enklavan stendur fyri tí ódámliga sjónarmiðinum, at listin skal stýrast, sjálvi kalla tey tað helst ”umsitast forsvarliga”, og øll hini taka undir við tí meira menniskjansliga, at listin er ein frælsur fuglur, sum kann flúgva hvar hann vil og ikki má temjast. Fyri nú at fløkja dýraríkið inn í málið. Til tann næsta spurningin vil enklavan uttan iva vera nóg sjálvsøkin til at halda, at tað skulu vit, vit, sum hava skil fyri hvat skal spæla tann avgerandi leiklutin í at forma treytirnar fyri trivnaðin hjá listini, har hini meira eyðmjúk vilja svara, at tað skal ein breiður úrskurður av fólkinum.
Tann fyrri spurningurin er eitt sindur kjakkendur, tá hann á ein ella annan hátt treytar, at tað ikki ber til at stýra ella umsita ella hava reglur fyri eitt øki, sum í sínum lyndi er frítt og vilt. Tað ber sjálvandi til, við almennum pengum fylgja reglur, og tað er bara ein spurningur um at hava nóg góðar reglur, so skal listin ivaleyst varðveita sítt natúrliga frælsi og blíva við at vera ótamd. Hin spurningurin er verri: hvør skal sýra, hvør skal taka tær avgerðirnar, sum fáa týdning fyri hvør, sum kemur í fokus, hvør kunstur fær vakstrarbotn. Her er tað problematiskt fyri enklavuna, at fortrongja tann veruleikan, at vit eru nøkur heilt fá, sum halda at tað gongur til helvitis, ella ignorera ta skynsemis rødd, sum sigur okkum, at list er nakað subjektivt, sum vit ikki hava betur skil á enn onnur.
Øll sjónarmið hava sjálvandi somu rættindi, eisini tá talan er um list, og eg vil gjarna síggja kvøldskúlaframsýningar, málaragleði og stuttleika. Men. Eg vil eisini gjarna síggja ta list, sum er skapt av teimum fáu begávaðu einstaklingunum, sum hava eitt serligt talent og hava arbeitt í inniligum dýpi. Og tað má eg bara viðurkenna, at eg einans fái loyvi til, treytað av at vit fáa meira eliteran hugburð á borðið, og tað hevur víst seg at vera rættuliga trupult.
Vit eru sjálvandi í tí støðu, at listin hóast sítt smala og ekslusiva lyndi skal sameinast við eitt demokratiskt projekt. Og tað lættasta hjá politikarunum, tá teir skulu gera listapolitik, er væl skiljandi, at síggja burtur frá, at listin er umgyrd av elituismu, sum tykist sampakka illa við demokrati, og heldur tveita seg út í tað populistiska og fólksliga og geva orðið til fjøldina. Men har mistaka teir seg, tí tað demokratiska problemið, sum er at vit ikki lurta eftir sokallaðum vanligum fólki, er ikki til meira – um vit hyggja at fjølmiðlunum, síggja vit næstan bara vanlig fólk úttala seg um ting, sum tey ikki hava skil fyri – tað demokratiska problemið er, at man í listaheiminum heilt er givin at lurta eftir fólki við útbúgving. Tað blívur væl og virðiglia lurta eftir ”the wisdom of the crowds” og samstundis er serfrøðinga diktaturið trampa væl og virðiliga niður. Populisman skal vera her, sjálvandi skal hon tað, men hon livur so væl sum ongantíð, tí er ongin grund at hevja hana enn meira. Somuleiðis sum tað ikki heldur er nøkur grund til at vera bangin fyri esoteriskum mentanarsnobbi, sum er fullkomuliga uttan samband við veruleikan. Vit eru í eini støðu har elituisman er fallin og amatørisman hevur sigrað, eg veit ikki, hvat man skal kalla tað mótsetta av einum ekspertveldi. Men tað er umleið tað vit hava nú, og tað er ongin ivi um, at tað avmarkaða talentið hevur tað betri enn tað stóra talentið.
Hetta merkir sjálvandi ikki at vit skulu yvirgeva okkum til tað elitera. Tann elitera tilgongdin kann ikki brúkast einsamøll, tí hon er flýgur ov høgt, og innast inni byggir á pástandir um, at vit sum mennisku bara kunnu menna okkum, um vit fáa at vita, hvat ringur ella góður smakkur er. Men tann populistiska tilgongdin, sum vit nú hava, kann heldur ikki brúkast eimsamøll, tí hennara listsýn er ov breitt, hon hevur ov ógreið mørk millum amatørismu og professionalismu og sær burtur frá tí úrvalda og smala lyndinum í listini og harvið fremur triviella og komersiella list. Hvat er so loysnin? Tá vit hava tvey at síggja til ósambærilig sjónarmið, tað populistiska, sum eftir mínum tykki hevur tað ov gott, og tað elitera, sum eftir mínum tykki hevur tað alt ov ringt. Loysnin er tann rættuliga einfalda, at vit skulu tora at skilja millum ítrivslistina og ta professionellu listina. Vit skulu hava nýggjar viðtøkur fyri Mentanargrunn Landsins, viðtøkur, sum taka atlit til at ítrivslistin hevur annan tørv enn tann professionella listin. Vit skulu gjøgnumganga alt mentanarøki og vit skulu fara at lurta eftir fólki, sum kunnu og tora at skilja ímillum og sum gjarna vilja viðganga, at tað er nakað, sum er betur enn okkurt annað. Vit skulu heilt einfalt geva listini, ella í hvussu so er ein part av listini aftur til listafólkini og tey listfakligu. Tað kann væl vera at tað innanfyri myndlistina sær út sum um søgan er fylt av listfrøðingum, sum hava mistikið seg, men hon er eisini yvirklistrað við makthavarum, sum hava mistikið seg. Hóast tað eru politikarar, sum ivaleyst halda, at tað er torført at sameina eliter sjónarmið við populistiskan politikk, kunnu teir blíva noyddir til tað. Tí tað er gingið galið. Trúgvin hjá politikarum upp á egin evni at stýra listini er farin á heysin. Tað er trupult at stuðla listarligari menning , men at lurta eftir teimum, sum vita nakað um list, merkir yvirhøvur ikki at vit missa ta fólksligu mentanina, øll mentan fer at fáa tað betri tá tað blívur pláss fyri teimum listafólkunum, sum veruliga kunna, á sama hátt sum tann professionella listin heilt vist fera at taka amatørlistina við sær í fallinum, um hon ikki skjótt fær betri kor.
|
|
Last Updated on Thursday, 08 September 2011 13:12 |
Ikki ber til at fjala seg fyri sínum egna skugga
Nú er aftur eitt fíggjarlógaruppskot farið av bakkastokki, og aftur hesaferð er uppskotið ein kámur skuggi av føroyskum politikki.
Tað er ein háðan og ein skomm fyri okkum føroyingar, at dagsins politikarar eru so ólátaðir, at teir ikki kunnu standa við sínu føgru lovorð, sum vórðu floygd úr munni teirra fyri bara nøkrum fáum mánaðum síðani, og at teir ikki heldur megna at ganga inn fyri tí, sum teir sjálvir hava samráðst seg til og fest niður í samgonguskjalið. Ár um ár fær politiski veruleikin skyldina, men eg haldi, at talan er um politiskt dramblæti, har allir sum ein brúka heimsins elstu umbering: Tað var ikki eg, tað var hann. Hinir hava skyldina fyri, at eg taki ta avgerð, sum eg taki. Í valstríðnum lovaðu í minsta lagi 17 av landsins kosnu, óansæð flokk, at Mentanargrunnur Landsins skuldi hækkast upp til 15 milliónir komandi fýra árini. Hetta er ein meiriluti av løgtinginum, so ongin forðing átti at verið fyri, at so varð gjørt. Men nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram, sær tað út til, at teir hava brotið bæði munnligar og skrivligar avtalur. Og tað so dyggiliga eisini. Mentanin hevur altíð verið eitt skálkaskjól hjá politikarum. Teir hava í nógv ár, óansæð flokk, fjalt seg aftan fyri ein mentanarpolitikk. Teir hava brúkt hann í sínum egna hugtaki um eina serliga føroyska tjóð, hava brúkt mentanina (sum teir ikki vilja stuðla) sum skálkaskjól fyri eina tjóðarbygging, sum er láturlig, tí at við ongum stuðli til mentan og list, so kunnu teir eins væl geva tjóðini mønustingin – skera høvuðsæðrina av og melda seg inn í okkurt lokalt biddarafelag, ið ikki ætlar sær at gerast ein partur av altjóða pallinum. Kanska Norðurkorea hevði viljað havt okkum við. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 er enn ein láturlig roynd at fjala seg fyri síni egnu politisku hugmóð og egna dugnaloysi. Mentanin hevur í hesum fíggjarlógaruppskotinum fingið tað sama sum fyrr – nakrar silvurdálar, sum skulu brúkast til, at politikararnir kunnu siga við seg sjálvar, at vit hava hóast alt játtað til mentanina. Men hesar láturligu upphæddir gera ongan mun. Púrt ongan. Hundrað túsund her og hálvtrýss túsund har eru bara til at halda øll, sum eru við til at menna føroysku tjóðina, sum eru við til at skapa hesi ungu tjóðini ein tjóðarsamleika, fyri turra spott. Men, hugsar gløggi lesarin, hvat er so nóg mikið? Jú, upphæddirnar, sum talan er um, eru tær, sum landskassin fær inn í eykaavgjøldum fyri sigarettir í eitt ár (kanska fleiri høvdu lagt av at roykt eisini). Estland stuðlar listafólkum við teimum eykaavgjøldum, sum koma inn frá tubakki og rúsdrekka. Hví lata føroysku politikararnir ikki teir pengarnar til mentan og list? Nei, teir halda, at hasir býttlingarnir, sum sita og skriva, sum mála, gera tónleik, gera orðabøkur og annað, hatta eru bara sovorðnir letingar, sum ikki duga at fáast við okkurt annað. At Mentanargrunnur Landsins er hækkaður við lúsa 200.000 krónum kennist á sama hátt, sum tá ið ein politikari hevur brúkt allar sínar pengar til valstríðið, og so verður hann ikki valdur á ting. Tær skapandi kreftirnar eru øðiligar í Føroyum, og teir, sum sita við róðrið vilja ikki vanda hendan fong – vilja ikki gera eina íløgu í tjóðina Føroyar. Teir hava ikki sæð, hvønn týdning skapandi og útinnandi listin hevur fyri Føroyar. Upphæddin, sum verður latin í stuðli til mentan og list kemur í minsta lagi fimm ferðirnar inn aftur. Ein annar vegur at gingið hevði verið, at teir pengar, sum listafólk hava goldið í skatti síðani 2000, t.e. pengar, sum listafólk hava fingið í starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, kundu verið nóg mikið til at hækkað játtanina til grunnin munandi. Ja, tað er næstan bara hugflogið, sum setir markið fyri, hvat ið kann gerast. Men, tá ið politikarar skulu semjast um at stuðla list og mentan, so kemur altíð onkur tunnil í vegin, ella eitt ellisheim, ella ein skúli, ella ein skattalætti, ella ein tunnil, ella eitt vaktar- og/ella ferðafólkaskip, ella ein tunnil afturat, ella ein undirsjóvartunnil o.s.fr. o.s.fr. o.s.fr. Umberingarnar fyri ikki at stuðla eru eins nógvar og lyftini, sum teir góvu øllum listafólkum fyri valið. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 er bara ein ógvuliga kámur skuggi av tí, sum varð lovað fyri valið. Hevði so talan verið um eina risastóra upphædd, so kundi eg skilt teir, men talan er um 10 milliónir í fýra ár til skapandi og útinnandi listafólk, til listafólk, hvørs verk finnast í øllum føroyskum húsarhaldum og í øllum almennum sum privatum bygningum, og sum er týdningarmesta amboð til at byggja tjóðina við. Hetta er ikki ein meining frá einum kjarrgalnum, ráðaleysum manni – hetta er ein meining frá einum ógvuliga sviknum og skuffaðum manni. Og eg eri ikki einsamallur um hesa kensluna. Eitt lovað orð eigur at hanga fast sum ein skuggi í einum menniskja, og sum tað ikki eigur at kunna renna ábyrgdarleyst frá. Nú skal so fíggjarlógaruppskotið leggjast fram fyri tær ymisku nevndirnar. Eg vóni, at tá ið uppskotið kemur fyri Mentanarnevndina, so fara teir at bera so í bandi, at Mentanargrunnur Landsins fær tað, sum honum varð lovað. Bill Justinussen og hini í Mentanarnevndini, nú kunnu tit vísa tykkum sum veruligar politakarar, ið standa við síni orð. Vit krevja bara, at tit halda tað, sum tit lovaðu at játta, tá ið tit vóru til setanarsamrøðu við fólkið (t.e. valstríðið). Oddfríður Marni Rasmussen
|
|
|
|
|
|
|
Page 1 of 2 |
|
|
|