|
1) Í Føroyum verður Gramexsamsýningin býtt millum teir framførandi tónleikararnar sum ein felags stuðulsskipan. Tað er ein býtisnevnd undir Gramexgrunnur - Tónleikarar, sum umsitir býtið. Limirnir í býtisnevndini eru tilnevndir av Føroya Tónleikarafelag. Reglugerðin fyri Gramexgrunnur Tónleikarar og reglurnar fyri fordeilingini, skulu samtykkjast av rættindabólkinum hjá teimum framførandi tónleikarunum í stýrinum fyri Gramex og leggjast fyri tað samlaða stýrið.
2) Navnið á grunninum er Gramexgrunnur - Tónleikarar og heimstaðurin er í Tórshavn.
3) Grunnurin er stovnaður av Gramex og Føroya Tónleikarafelag.
4) Grunnurin veitir fíggjarligan stuðul til føroykst tónleikaralív í samband við tónleikaútgávu. Feløg/”felagsskapir” kunnu eisini søkja um stuðul til tónleikarar og sangarar í Føroyum, millum annað til at stuðla konsertum, tónleikafestivalum og flutning. Møguleikin fyri at stuðla tílíkum umsóknum er altíð treytaður av fíggjarstøðuni í grunninum.
5) Stuðul kann søkjast umvegis heimasíðuna hjá LISA www.lisa.fo. Tað ber til at søkja alt árið.
6) Fíggjarætlan skal fylgja við stuðulsumsóknini.
7) Játtaður stuðul til tónleikaútgávu kann gjaldast út á sjálvum útgávudegnum eftir framsending av skjalprógvum av sjálvari útgávuni. Um útgávan ikki fer fram í árinum stuðulin er játtaður, fellur játtanin burtur. Tó ber til at søkja um aftur.
8) Játtaður stuðul til onnur endamál kann gjaldast út tá neyðug skjalprógv fyri goldnum útreiðslum fyriliggja. Um játtaði stuðulin ikki er brúktur innan eitt ár fellur stuðulin burtur. Tó ber til at søkja av nýggjum.
9) Grunnurin er samansettur av eini býtisnevnd, tilnevnd av deildunum í Føroya Tónleikarafelag. Býtesnevndin kann tilnevna ein skrivara til at taka sær av umsitingini av býtinum. Arbeiði hjá skrivaranum og býtisnevndini er ólønt.
10) Býtisnevndin sendir á hvørjum ári áðrenn 1. juli roknskap til Gramex fyri pengarnar, sum eru móttiknir í kalendaraárinum fyri. Býtisnevndin kann í serligum førum flyta upphæddir frá einum kalendaraári til tað næsta, tó soleiðis at móttiknar og givnar upphæddir skulu javnviga yvir eitt trý ára skeið.
|