Yrkismßl / At skatta listafˇlk

At skatta listafˇlk

Føroyska skattalógin er ógvuliga greið viðvíkjandi tí at skatta listafólk. Hon er so stutt, at skattavaldið brúkar hana ikki.

Sambært § 60, stk.1,4 eru:
Samsýningar til sjónleikarar, tónleikarar, artistar ella útinnandi listafólk sum heild,
eins og til fyrilesarar ella ítróttafólk. Hetta er galdandi, uttan mun til um inntøkan er
útgoldin til triðjamann (møguliga felag).
at rokna sum A-inntøka.

Ein fyrispurningur til TAKS gav okkum tó vissu fyri, at greinin er ikki umsitin, sum hon er orðað, tá ið teir góðtaka at listafólk kunnu hava B-inntøku. Eisini tey,  sum eru útinnandi.