Sk˙lin Ý Tj°rnuvÝk / Artists residence

Í 2014 setti Sunda kommuna seg í samband við LISA og bjóðaði felagsskapinum at nýta Tjørnuvíkar skúla sum gestaíbúð til listafólk, og 30. mai 2014 varð samstarvsavtala undirskrivað.

LISA fegnast stórliga um hetta framtak og takkar Sunda kommunu fyri at vera slóðbrótandi og at gera sítt til at betra umstøðurnar hjá listafólkum.

Skúlin í Tjørnuvík er nú innrættaður sum bústaður hjá listafólki og kann leigast føroyskum og útlendskum listafólki til listarligt virksemi í ein til tríggjar mánaðir.

Tey, sum eru áhugað at leiga húsið, kunnu senda ein teldupost til: lisa@lisa.fo.
 
Meiri kunning kann lesast her