Um LISA

LISA (Listafólkasamband Føroya) er meginfelag hjá listafólkafeløgnunum í landinum.

Listafólkasambandið varð stovnað í 1982 til tess:

1. at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi.
2. at virka fyri áhugamálum og rættindum limafeløgunum og teirra limum.
3. at umboða limirnar í almennum málum, sum hava felags áhuga.

Eisini er endamálið hjá LISA at umboða føroysk listafólk í norðurlendskum og altjóða høpi. LISA er til dømis limur í Nordisk Kunstnerråd og í European Council of Artists.
Ovasti myndugleiki í LISA er umboðsráðið, sum hvørt limafelag velur sítt umboð í. Umboðini verða vald á aðalfundi í feløgunum.

Dagligu fyrisitingina hevur starvsnevndin, sum verður vald á aðalfundi hjá umboðsráðnum. Í starvsnevndini sita 3 fólk, og teirra arbeiði er at skipa fyri dagliga virkseminum í LISA.

Virksemið fatar millum annað um samskifti við limir og felagsskapir og at virka fyri samstarvi við myndugleikar og limafeløg. Vit kunnu til dømis nevna, at LISA velur tveir limir í nevndina fyri Mentanargrunn landsins og 4 limir í nevndina, sum mælir til, hvør skal fáa Mentanarvirðisløn landsins. LISA hevur sjálvsagt eisini neyvt samstarv við allar landsins mentanarstovnar. LISA hevur skyldu til at hava eyguni við lóggávu, sum serliga hevur við viðurskifti hjá listafólkum at gera og at geva lóggevum ráð á hesum økinum.

Lisa fær stuðul frá Mentamálaráðnum til skrivstovuhald, ráðgeving og aðrar tænastur til føroysk listafólk.

 
LISA
Lützenstrøð 4
110  Tórshavn