Samband / Listarß­stevna 2016

Listarß­stevna 2016

LISA RÁÐSTEVNA UM FØROYSKAN LISTAPOLITIK

29. oktober 2016 skipar Listafólkasamband Føroya, LISA, fyri ráðstevnu um føroyskan listapolitik, har øll áhugað eru boðin at luttaka.

Karmurin um ráðstevnuna er søguríka Sjónleikarhúsið í Havn. Á skránni verða framløgur, fyrilestrar og kjak frá kl. 09:30 - 17:00.
  
Til høvið er PD Dr. Monika Mokre (IKT, Institute for Cultural Studies of Theatre, Austrian Academy of Sciences) úr Wien boðin at tosa um, hvussu tað er at liva eitt langt lív sum yrkislistafólk í einum verkætlannarlandslagi. Hon lýsur millum annað hvørji langtíðarárin hendan tilveran hevur á listafólk, har í millum slit, strongd, manglandi pensjón umframt nógv annað.

Heitið á hennara fyrilestri er: "In a rich society artists should not be poor. A challenge for arts politics."
 
Nærri skrá kann heintast her.

Endamálið við ráðstevnuni er at gera okkum greitt, hvussu listapolitiska landslagið sær út í Føroyum anno 2016 og LISA orðar ítøkilig mál og yvirskipaðar leiðreglur fyri føroyska politikkin fyri yrkislist komandi árini.

LISA ynskir ein politik, sum bæði er góður fyri yrkislistafólkini og fyri listina.
Komið og verið við til at orða ein framtíðar yrkilistapolitikk.

Tey, sum eru limir í limafelagi undir LISA koma við á ráðstevnuna ókeypis.
Onnur gjalda 250 kr. Við í prísinum er morgunmatur, miðmáli, kaffi/te o.s.v.

Leygarkvøldið er veitsla!
Luttøka í veitsluni kostar 150 kr.
Íroknað prísinum er matur og drekka.

Tilmelding fer fram við at fylla út fyrimyndin herundir
 
Peningin kann flytast á konto 9181-134.321.3
 
Eru spurningar hesum viðvíkjandi ber til at skriva til lisa@lisa.fo.