Tj°rnuvÝk / Listafˇlkab˙sta­ur

Listafˇlkab˙sta­ur

Skúlin í Tjørnuvík kann leigast til listarligt virksemi í ein til tríggjar mánaðir. .

Bygningurin er í tveimum hæddum. Tann ovara er íbúð, tann niðara er skúlastova, baðirúm, vesi og goymslurúm.

Íbúðin er kamar (9 m2) og køkur (14 m2). Skúlastovan er 26 m2 og umframt er vesi og brúsurúm á niðaru hæddini. Eitt goymslurúm, sum er 9 m2, er ikki tøkt.

Internet er í húsinum.

Leigan er 500 um vikuna íroknað eru seingjaklæði og handklæði, sum verða skift eina ferð um vikuna. Veð er 2000 kr.

Flutningur: Bygdaleiðir koyra, nærri upplýsingar  á www.ssl.fo

Tey sum eru áhugað at leiga húsini, kunnu senda teldupost til: lisa@lisa.fo.