[ lisa.fo ]
> Heim
> Limafeløg
> Um LISA
> Pæsastova
> Stuðul
> Greinar
> Leinkjur
> Information in english
> Kulturkontakt nord
> Listafólkaskatting



Tíðindi

Endurskoðan av Mentanargrunninum
Mótmæli móti niðurskurði hjá Nordisk Ministerråd
Nýggj avtala um týðarastuðul

> Heim > Endurskoðan av Mentanargrunninum

Endurskoðan av Mentanargrunninum

Kristina Háfoss, mentamálaráðharri, hevur tilnevnt ein arbeiðsbólk at endurskoða Mentanargrunn Landsins:

 

Í arbeiðsbólkinum eru tilnevndir formenninir í Mentanargrunni Landsins og LISA umframt deildarstjóran í mentamáladeildini, Martin Næs og Urd Johannesen og Kinna Poulsen. Skrivari erAlda Joensen, fulltrúi í mentamáladeildini.

 

Arbeiðssetningur:

 

  • Við støði í skipan av “Kulturråd” í ávísum norðurlondum, gera upppskot til umskipan av Mentanargrunni Landsins til føroyskt Mentanarráð (bygnað, viðtøkur v.m.)
  • Lýsa, hvussu ymsir ”undirbólkar” t.d. týðing og tónleikur skulu skipast í nýggja Mentanarráðnum
  • Lýsa, hvørjar verandi stuðulsskipanir hjá Mentamálaráðnum skulu flytast til Mentanarráðið
  • Lýsa fíggjarligu avleiðingarnar av umskipan av Mentanargrunni Landsins til Mentanarráð
Gera uppskot til heiti hjá nýggja Mentanargrunni Landsins / Mentanarráði.

Listafólkasamband Føroya, Bringsnagøta 3, 100 Tórshavn Telefon 220197 lisa@lisa.fo
[ admin ]