[ lisa.fo ]
> Heim
> Limafeløg
> Um LISA
   - Nevnd og umboð
   - Umboðráðsfundur 20 nov. 2008
   - Starvsfólk
   - Aðalfundurin 2008
> Pæsastova
> Stuðul
> Greinar
> Leinkjur
> Information in english
> Kulturkontakt nord
> Listafólkaskatting



Tíðindi

Endurskoðan av Mentanargrunninum
Mótmæli móti niðurskurði hjá Nordisk Ministerråd
Nýggj avtala um týðarastuðul

> Heim > Um LISA

Um LISA

LISA (Listafólkasamband Føroya) LISA er meginfelag hjá listafólkafeløgnunum í landinum.

Listafólkasambandið varð stovnað í 1982 til tess:

1. styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi.
2. at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna
3. at umboða limirnar í almennum málum, sum hava felags áhuga.

Eisini er endamálið hjá LISA at umboða føroysk listafólk í norðurlendskum og altjóða høpi.
LISA er til dømis limur í Nordisk Kunstnerråd og í European Council og Artists.

Ovasti mynduleiki í LISA er umboðsráðið, sum hvørt limafelag velur tvey umboð til. Umboðini verða vald á aðalfundi í feløgunum. Dagligu fyrisitingina hevur starvsnevndin, sum verður vald á aðalfundi ú umboðsráðnum. Í starvsnevndini sita 3 fólk og teirra arbeiði er at skipa fyri dagliga virkseminum í LISA. Tað umfatar millum annað samskifti við limir og felagsskapir og at virka fyri samstarvi við mynduleikar og limafeløg. Vit kunnu til dømis nevna at LISA velur tveir limir í nevndina fyri Mentanargrunni Landsins og 4 limir í nevndina, sum mælir til, hvør skal fáa Mentanarvirðisløn Landsins. LISA hevur sjálvsagt eisini neyvt samstarv við allar mentunarstovnar í landinum. LISA hevur skyldu til at hava eyguni við lóggávu, sum serliga hava við viðurskifti hjá listafólkum at gera og at ráðgeva lóggevarunum á hesum økinum.

Lisa fær stuðul frá Mentamálaráðnum til skrivaran, sum hevur dagliga virksemi um hond.

 

Viðtøkur fyri LISA

Listafólkasamband Føroya, Bringsnagøta 3, 100 Tórshavn Telefon 220197 lisa@lisa.fo
[ admin ]