Stu­ul / Gramex

Gramex

Viðtøkur fyri Gramexgrunnin - Tónleikarar

 

Inngangur

Gramex krevur inn samsýning fyri at spæla útgivnan tónleik frá føroyskum sendistøðum (útvarpi og sjónvarpi), handlum, veitingarstøðum, telefonlinjum og øðrum almennum støðum, har tónleikur verður spældur, sambært einkarloyvi frá Mentamálaráðnum. Inntøkurnar frá føroysku viðskiftafólkunum eru bæði fyri at spæla føroyskt, danskt og útlendskt tilfar.

Tá ið umsitingarkostnaðurin er drigin frá, fara 50 % av inntøkunum til føroyskt tónleikalív. 25 % fara til útinnandi tónleikarar og 25 % til tónleikaframleiðarar. Hini 50% verða býtt ímillum føroyskt, danskt og útlendskt tónleikatilfar eftir teimum frágreiðingum, sum Gramex fær frá donskum sendistøðum (útvarpi og sjónvarpi)
Hesar viðtøkurnar eru um býtið til útinnandi tónleikarar í Føroyum.

 

Viðtøkur

1) Í Føroyum verður Gramexsamsýningin býtt millum teir framførandi tónleikararnar sum ein felags stuðulsskipan. Tað er ein býtisnevnd undir Gramexgrunnur - Tónleikarar, sum umsitir býtið. Limirnir í býtisnevndini eru tilnevndir av Føroya Tónleikarafelag. Reglugerðin fyri Gramexgrunnur Tónleikarar og reglurnar fyri fordeilingini, skulu samtykkjast av rættindabólkinum hjá teimum framførandi tónleikarunum í stýrinum fyri Gramex og leggjast fyri tað samlaða stýrið.

2) Navnið á grunninum er Gramexgrunnur - Tónleikarar og heimstaðurin er í Tórshavn.

3) Grunnurin er stovnaður av Gramex og Føroya Tónleikarafelag.

4) Grunnurin veitir fíggjarligan stuðul til føroykst tónleikaralív í samband við tónleikaútgávu. Feløg/”felagsskapir” kunnu eisini søkja um stuðul til tónleikarar og sangarar í Føroyum, millum annað til at stuðla konsertum, tónleikafestivalum og flutning. Møguleikin fyri at stuðla tílíkum umsóknum er altíð treytaður av fíggjarstøðuni í grunninum.

5) Stuðul kann søkjast umvegis heimasíðuna hjá LISA www.lisa.fo. Tað ber til at søkja alt árið.

6) Fíggjarætlan skal fylgja við stuðulsumsóknini.

7) Játtaður stuðul til tónleikaútgávu kann gjaldast út á sjálvum útgávudegnum eftir framsending av skjalprógvum av sjálvari útgávuni. Um útgávan ikki fer fram í árinum stuðulin er játtaður, fellur játtanin burtur. Tó ber til at søkja um aftur.

8) Játtaður stuðul til onnur endamál kann gjaldast út tá neyðug skjalprógv fyri goldnum útreiðslum fyriliggja. Um játtaði stuðulin ikki er brúktur innan eitt ár fellur stuðulin burtur. Tó ber til at søkja av nýggjum.

9) Grunnurin er samansettur av eini býtisnevnd, tilnevnd av deildunum í Føroya Tónleikarafelag. Býtesnevndin kann tilnevna ein skrivara til at taka sær av umsitingini av býtinum. Arbeiði hjá skrivaranum og býtisnevndini er ólønt.

10) Býtisnevndin sendir á hvørjum ári áðrenn 1. juli roknskap til Gramex fyri pengarnar, sum eru móttiknir í kalendaraárinum fyri. Býtisnevndin kann í serligum førum flyta upphæddir frá einum kalendaraári til tað næsta, tó soleiðis at móttiknar og givnar upphæddir skulu javnviga yvir eitt trý ára skeið.

Samtykt

Soleiðis samtykt av rættindabólkinum av framførandi tónleikarum í stýrinum fyri Gramex tann.

18-03-2010.