Stu­ul / Fj°lrit

Fj°lrit

Reglugerð fyri Fjølritagrunnin

 

1. Sambært avtalum, sum feløgini, ið umboða rættindaeigararnar gera sínámillum, umsitur Fjølritagrunnurin peningin, sum kemur inn fyri loyvi at taka ljósrit og aðra endurgávu burtur úr verkum, ið eru vard við lógum og fyriskipanum um upphavsrætt og útgávurætt.

2. Endamál grunsins er at lætta um arbeiðskorini hjá listafólki og øðrum skapandi fólki í Føroyum og at stimbra samstarvið millum listagreinirnar og felagsskapir teirra. Í hesum samstarvi verður serligur dentur lagdur á at stuðla bókmentaligum arbeiði.

a. 70 % av játtanini er markað til rithøvundar, forleggjar og blaðfólk.
b. 30 % eru markað til hini feløgini.
c. Útgjald úr grunninum til forleggjara og rættindahava verður goldið sambært býti, sum er ásett í sáttmálanum partanna millum.
d. Grunnurin skal í sínum virki leggja dent á at styðja listaligar nýroyndir og royndir, ið annars ikki kundu verið gjørdar, og grunnurin kann sjálvur seta tiltøk í verk til at kveikja ella stimbra listaligt og mentanarligt arbeiði.

3.Grunnurin verður stýrdur av stjórnini í Fjølriti.

4. Partur av peninginum skal á hvørjum ári verða lagdur av til felags endamál, sum t.d.felags hús, felags skrivstovu og felags útgerð.
Stjórnin ger av, hvussu peningurin verður nýttur, og ansar eftir, at tað, ið stendur eftir sum ogn, verður rentað á tryggan hátt.

5. Stjórnin kann bara taka avgerðir, tá ið hon er fullmannað. Er semja ikki, ræður vanligur atkvøðumeiriluti.

6. Allar avgerðir verða skrivaðar í gerðabók, og skal nevndin á hvørjum ári senda feløgunum í Fjølriti frágreiðing um virki sítt.

7. Roknskaparárið er virkisárið hjá Fjølriti. Roknskapurin verður grannskoðaður av alment skrásettum grannskoðara og sendur feløgunum saman við ársfrágreiðingini.